Færingen.
Soleiðis hevur onkur skrivað á eitt pappír, sum Jens Marni Hansen skuldi fylla út í sambandi við luttøku sína í donsku sangkappingini Stjørna í eitt kvøld.
Færingen.
Soleiðis verður stóri skurkurin í kenda danska filminum »Blinkende lygter« eisini kallaður.
Tað er neyvan við hesum í huga, at onkur stutt og greitt hevur kallað Jens Marna Hansen fyri færingen, men nú danska sangkappingin er í gongd, stendur tað í øllum førum eftir, at føroyski sangarin kennir seg illa viðfarnan av teimum, sum skipa fyri kappingini.
Orsøkin er, at Jens Marni fyrst varð tikin út til kappingina, men síðani varð hann tveittur út aftur, tí fyrireikararnir hildu, at hann livdi ikki upp krøvini, sum vórðu sett luttakarunum.
? Eg kenni meg sera illa viðfarnan av teimum, sum skipa fyri Stjørna í eitt kvøld, sigur Jens Marni Hansen.
Brævið við boðum
Men sum allar aðrar søgur byrjar alt øðrvísi, enn tað endar í hesi søguni.
Jens Marni Hansen gjørdi síðst í juni mánaði av, at hann vildi royna at sleppa upp í part, tá ið Danmarks Radio aftur fór at senda sangkappingina Stjørna í eitt kvøld.
Eingin man hava gloymt, at Guðrun Sólja Jacobsen gjørdist vinnari av hesi kappingini seinast, og tí lógu ivaleyst fleiri føroyingar fram við, tá ið nýggir luttakarar skuldu finnast millum tey mongu, sum bjóðaðu seg fram.
Fyrsta filtrið í kappingini er, at tey, sum ætla sær upp í, skulu senda eina upptøku av sær sjálvum til fyrireikararnar.
Í juli mánaði fekk Jens Marni eitt bræv sendandi í postinum, og tá ið hann spentur læt brævbjálvan upp, fekk hann at vita, at hann var valdur út at verða við í upptøkuroyndini til Stjørna í eitt kvøld. Upptøkuroyndin skuldi vera leygardagin 2. august á Betty Nansen Teatret í Keypmannahavn.
Skuldi vátta sína støðu
Jens Marni hevði valt sær sangirnar »Desperado« hjá The Eagles og »Summer of 69« hjá Bryan Adams at syngja, og tað gjørdi hann so væl, at hann var ein av teimum, sum varð kosin at verða við í endaligu kappingini á Danmarks Radio.
Tá ið Jens Marni møtti til upptøkuroyndina í Keypmannahavn, skuldi hann fylla nøkur pappír út. Her skuldi hann greiða frá ymiskum persónligum viðurskiftum, og hann skuldi eisini váttað, at DR kundi senda upptøkur av honum í sjónvarpinum.
Á seinasta arkinum, sum Jens Marni skuldi fylla út, skuldi hann svara, hvørt hann kendi til reglurnar í kappingini um, at hann skuldi vera amatørur, og at hann ikki skuldi hava havt sáttmála við plátufelag ella vera í samráðingum um sáttmála.
Jens Marni setti krossin fyri »ja«, tí hann heldur seg vera ein amatør, og hann hevur ongantíð havt plátusáttmála, hóast hann hevur verið við á útgávum í Føroyum. Vanligt er ikki, at tónleikarar í Føroyum gera sáttmálar um útgávar. Bólkar taka seg saman, spæla tónleik inn og geva fløguna út. Stóru løgfrøðisligu bindingarnar eru ikki í slíkum útgávum.
? Eg ivaðist als ikki í at vátta hetta, tí eg havi ongantíð kent meg bundnan at nøkrum plátufelag, hóast eg havi verið við á onkrum útgávum. Í Føroyum eru vit glaðir amatørar, hóast vit geva nógvar fløgur út, sigur Jens Marni Hansen.
Tveittur út
Tá ið Jens Marni hevði fingið boðini um, at hann slapp at luttaka í Stjørna í eitt kvøld, sendi Blu Production, sum framleiðir kappingina fyri Danmarks Radio, honum ein sáttmála at skriva undir.
Og tað er her, at stóri trupulleikin byrjar.
Nú krevur Blu fyri fyrstu ferð, at sangararnir í kappingini mugu ongantíð hava givið nakran tónleik út áður. Tað er fyrstu ferð, at hendan treytin kemur undan kavi.
Jens Marni legði beinan vegin merki til hesa orðing og setti seg tí í samband við framleiðslufelagið fyri at greiða teimum frá, at hann hevði givið tónleik út í Føroyum, hóast hann ongantíð hevði livað av tónleiki ella hevði havt plátusáttmála.
Tá ið Blu frætti hetta, gjørdu tey av, at Jens Marni skuldi tveitast úr kappingini. Tey hildu ikki, at Jens Marni longur kundi lúka treytirnar, sum vórðu settar luttakarunum um, at teir skuldu vera amatørar.
? Hetta haldi eg vera sera óprofessionelt, tí eg hevði teknað meg til kappingina undir teimum treytum, sum eg kendi og sum vóru galdandi tá. Eg slapp eisini ígjøgnum fleiri stig, men so komu tey við hesi nýggju treyt, sum eg ikki kundi uppfylla. Tað haldi eg vera undarligt, sigur Jens Marni Hansen.
Blu noktar endurgjald
Í samskiftinum millum Blu og Jens Marna Hansen sæst, at Blu heldur seg einki skeivt hava gjørt. Tey siga, at luttakararnir í kappingini skulu vera amatørar, og at Jens Marni ikki kann kallast amatørur, tá ið hann hevur givið tónleik út.
Fyri at undirbyggja heitið amatørur brúkar Blu ymiskt at meta seg eftir. Til dømis, at luttakararnir ikki skulu hava havt plátusáttmála ella samráðast um tað. Sangararnir skulu ikki hava livað av tónleiki, og teir skulu ikki hava givið tónleik út.
Jens Marni heldur, at hann kann uppfylla allar treytirnar uttan hana, at hann ikki skal hava givið tónleik út, men hendan treytin kom ikki fram fyrr enn í endaliga sáttmálanum, og tí heldur Jens Marni, at Blu hevur borið seg skeivt at.
Tá ið tað gjørdist greitt, at Jens Marni ikki slapp at halda fram í kappingini, bað hann um at fáa endurgoldið útreiðslurnar, sum hann hevði havt av kappingini.
Men tað noktaði Blu eisini fyri.
? Vit hava ikki noytt teg at verið við í hesi kappingini, og tú hevur frá byrjan fingið at vita, at tú mátti gjalda útreiðslurnar í sambandi upptøkuroyndina sjálvur, skrivar Blu í einum brævi til Jens Marna, har tey nokta honum endurgjald.
Jens Marni visti av, at hann skuldi gjalda fyri ferðina til Danmarkar, men tá ið hann varð sendur úr kappingina av nýggjum treytum, sum vóru settar aftaná, at hann hevði verið í Danmark, helt hann tað vera eitt prinsippmál, at hann skuldi fáa pengarnar aftur. Hevði Blu bara gjørt treytirnar greiðar frá byrjan, hevði hann ongantíð teknað seg til kappingina.
Ikki eins fyri øll
Tað kann vera trupult at gera upp, hvør er amatørur og hvør ikki er tað. Tað er í øllum førum greitt, at Jens Marni kann uppfylla flestu av treytunum, sum Blu hevur sett. Hann livir ikki av at spæla tónleik og hann hevur ongantíð havt sáttmála við plátufelag.
? Tað er eitt sindur beiskt at síggja, at øll verða ikki viðfarin líka. Ein av luttakarunum hesaferð hevur givið fløgu út, men hann slapp ígjøgnum nálareygað, og tá ið tað kemur til at framføra tónleik, so hava fleiri av luttakarunum spælt nógv ígjøgnum fleiri ár, sigur Jens Marni Hansen.
Hann heldur, at hann hevur fingið óstortliga og skeiva viðferð frá Blu Production, og tað er hann sera vónbrotin av.
? Tey nokta fyri, at tey hava gjørt nakað skeivt og vilja geva mær alla skuldina fyri hetta. Tað vil eg ikki góðtaka, tí tey hava ikki klára at arbeitt nóg professionelt mótvegis mær, og at fara at broyta treytirnar fyri luttøku, tá ið kappingini er komin í gongd, er óskiljandi, sigur Jens Marni.
Í seinasta brævinum frá Blu, sum hann fekk fyri eini viku síðani, siga tey, at tey fara at lata løgfrøðingar hjá sær kanna gongdina í málinum fyri at tryggja sær, at einki skeivt er farið fram. Síðani skal Jens Marni frætta niðurstøðuna hjá teimum.
? Eg havi biðið um eitt endurgjald á 3000 krónur, og eg ætli mær ikki at fara víðari við hesum, um tey nokta at gjalda einaferð afturat. Hetta hevur verið eitt prinsippmál fyri meg at gjørt vart við mína misnøgd, tí eg haldi, at tey hava borið seg skeivt at, sigur Jens Marni.
Endin á søguni er so fyribils tann, at tónleikarin, sum helt skulu verða stjørna í eitt kvøld, misti gylta møguleikan, og han slapp at gjalda nakrar túsund krónur fyri tað.










