9 aðrir luttakarar skulu kappast ímóti Jens Marna Hansen, tá danska Meldo Grand Prix verður skotið í gongd í kvøld. Í kvøld fer Jens Marni Hansen at framføra eitt rokklag, ið verður kallað >>Gloria<<. Noam Halby frá Johnny De Luxe hevur verið við til at skriva lagið.
Hóast Jens Marni Hansen er elskaður av mongum her heima í Føroyum, fær hann harða kapping. Millum annað skal hann kappast ímóti Bryan Rice, ið gjørdist kendur við lagnum, No promices, í 2005 og hevur givið út tvær fløgur síðan.
Á ekstrabladet.dk/flash/kultur/article1294825.ece ber til at lesa um hinar luttakarnar, ið skulu á sama pallin, sum Jens Marni Hansen, í kvøld. Sendingin kann síggjast á føroyskum sjónvarpsskýggja í kvøld klokkan 19.00, og klokkan 21.10 verður íslendska Melodi Grand Prix vís, har føroyski Jógvan Hansen skal framføra.










