Nú tað stundar til jòla og jólafrokostarnir byrja so smátt, fer Klaksvíkar klubbi undir eina spennandi skrá fram til Jóla. Hvørt leygarkvøld fer Klubbin at hava góðan dans, við kendum føroyskum tónleikarum.
Skráin byrjar í dag, 8.november, tá Jens Marni og Kim Hansen koma at spæla til dans.
Jens Marni og Kim, koma so at seta startskotið fyri eini spennandi skrá fram til jóla.
Øll eru vælkomin at njóta nýumvældu hølini hjá Klaksvíkar Klubba og hugna sær við góðum tónleiki, siga fyrireikararnir.