- Jens Marni er ein rættur rocktónleikari

Blaðstjórin á Ekstrablaðnum fegnast um, at føroyski rocksangarin Jens Marni Hansen fekk møguleikan at hita upp fyri Bon Jovi í Parkini.

Ekstrablaðið skipaði í samstarvi við Bon Jovi, Live Nation og FM 100 fyri kappingina um at gerast upphitingarbólkur hjá Bon Jovi í Keypmannahavn.


60 bólkar sendu tilfar inn til kappingina, og endin var, at Jens Marni Hansen varð valdur til uppgávuna.


Poul Madsen er blaðstjóri á Ekstrablaðnum, og hann hevur á einari av sínum Føroyaferðum hoyrt Jens Marna spæla live.


- Hetta er stórt fyri Jens Marna, og eg gleði meg sjálvasagt til at hoyra hann í Parkini, sigur Poul Madsen.


- Jens Marni er prototypan upp á ein veruligan rocktónleikara. Hann hevur stíl og tað heilt rætta ljóðið, heldur Poul Madsen.