Ein av stóru spurningunum undan kappingarbyrjan hevur verið, hvussu tað stendur til hjá B36, sum hevur mist so nógv fólk síðani í fjør. Úrslitini í bólkaumfarinum hava ikki verið sannførandi. Eitt er, at teir taptu á Svangaskarði, har teir ofta hava havt trupulleikar. Nakað annað er, at teir í Fuglafirði taptu móti 2. deildarliðnum har norðuri.
Sunnukvøldið hevði B36 høvi at vísa trúføstu áskoðarunum, at teir eru á rættari leið, og at teir ætla sær at gera seg galdandi í landskappingini.
ÍF var fullkomuliga sett upp á pláss. Tað var 3?0, tá fimm minuttir vóru farnir, og so var einki at spæla um. Fuglfirðingar taptu 6?0, og um B36 menninir síðstu løtuna, tá teir høvdu skift tríggjar menn inn á vøllin, høvdu verið meiri nærlagdir, so kundu teir havt skoraði uppaftur fleiri mál.
Sigurin var sjálvsagt kærkomin, men hóast fuglfirðingar vóru stak tannleysir, so vísti avrikið eisini, at svenski venjarin hjá B36 er komin væl nærri røttu uppstillingini.
Hesa ferð hevði hann sett Jens Kristian Hansen fram á miðvøllin, har hann spældi við síðuna av Jan Guttesen, meðan Ronnie Samuelsen var frammanfyri.
Jens Kristian var meiri eyðsýndur sum stýrimaður, nú hann var á miðvøllinum, og tað lyfti liðið. Avrikið boðaði frá, at Jens Kristian eftir øllum at døma verður miðvallari, tá tað um eina lítla løtu verður farið undir landskappingina.
At liðformaðurin á landsliðnum setti hol á málveitsluna við einum máli, sum var ógvuliga skotskt, var prikkurin yvir inum. Jákup á Borg legði innfyri úrhøgru, og úr tíggju metrum drønstútaði Jens Kristian upp í málhornið aftanfyri Allan G. Joensen.
Veitslan
Longu í 2. minutti setti Jens Kristian hol á, og ein minutt seinni spældi John Petersen Jákup á Borg púra leysan, meðan tríggir verjuspælarar hugdu at. Tveir minuttir seinni vóru fuglfirðingar kroystir at gera sjálvmál, og tá varð lagt upp til, at sigurin kanska skuldi gerast tvísifraður.
ÍF hevði ongan málmøguleika. John Petersen økti undan steðginum til 4?0 eftir uppspæl í vinstru og eftir at Jákup á Borg ógvuliga snilt var lopin upp um bóltin.
John Petersen legði við høvdinum bóltin fyri føturnar á Jákupi á Borg, sum skoraði til 5?0, og Dánial P. Johansen, sum saman við Carl H. Høgnesen og svianum Haakan var komin inn, tá tað restaðu tíggju minuttir, økti til 6?0. Hann var púra leysur, tá hann skoraði.
Moyrir
Nógvir av fuglfirðingunum eru ungir spælarar, sum hava fáar royndir í fremstu røð. At teir eftir fimm minuttir vóru aftanfyri 3?0 tók fullkomuliga beinini undan teimum, og teir komu ongantíð í nánd av tí ágrýtna og sannførandi avrikinum, sum teir sýndu, tá teir vunnu 3?2 á B36.
Rúni Petersen var sera eyðsýndur sum einsamallur álopsmaður, og Høgni Zachariassen vísti í fyrsta dystinum fyri besta ÍF liðið í Gundadali góð fótbóltsevni. Hinir spældu ikki væl.
Fuglfirðingar lógu ov langt frá mótstøðumonnunum, og tá teir endiliga fingu tak á bóltinum vóru møguleikarnir at spæla víðari fáir og smáir.
Petur Mohr, sum bara hevði tríggjar teirra á liðnum, sum vóru við í landskappingardystinum móti B36 í Gundadali í fjør, royndi at skifta út, uttan at stórvegis spurdist burturúr tí. Sigfríður Abrahamsen kom eftir ein góðan hálvan tíma, og í 2. hálvleiki kom Jákup Baldvinsson á vøllin.
Trupulleikin hjá ÍF er, at fleiri spælarar eru skaddir, og tað er ikki vist, at teir verða tøkir til fyrsta landskappingardystin. Bárður á Lakjuni og Bárður Mortensen eru farnir at renna aftur, meðan Janus Petersen er langtíðarskaddur. Roy Róin varð skaddur sunnudagin og verður neyvan tøkur fyrstu vikurnar.
B36: Tróndur Vatnhamar ? Mikkjal Thomassen, Egil Zachariasen, Fróði Clementsen ? Bjarni Prior, Jan Guttesen, Ronni Samuelsen, Jens Kristian Hansen, Magni á Lakjuni ? Jákup á Borg, John Petersen
ÍF: Allan G. Joensen ? Viggo Johannesen, Torstein Joensen, Alvi Justinussen, Tomek ? Hjalti Lundsbjerg, Roy Róin, Rúni Jacobsen, Høgni Zachariasen, Ken Bærendsen ? Rúni Petersen