Jens Erik var stóri maðurin í Sørvági

Nummar tvey og nummar trý í næstbestu fótbóltsdeildina hittust í dag í Sørvági. 07 Vestur vann 3-1, og harvið hildu vágamenn tørn um næstfremsta plássið.

Stóri maðurin hjá heimaliðnum var Jens Erik Rasmussen, sum skoraði øll málini.

TB tapið ber við sær, at útlitini hjá TB at røkka uppflyting eru einki serlig.

Leikliga var eingin ivi um, at heimaliðið var omaná. TB hevði fólkið aftarlaga og dúvaði upp á langar sendingar og deyðbóltsstøður. Tvøramenn spældu seg til møguleikar, men bara eina ferð eydnaðist teimum at skjóta mál.

Eftir tíggju minuttir setti Jens Erik Rasmussen hol á, tá ið hann var fyrstur á returbólti. Tíggju minuttir eftir steðgin økti veteranurin til 2-0 eftir innlegg frá Tór-Ingar Akselson, men bara tveir minuttir seinni minkaði Óli Johannesen um munin, eftir frísparksinnlegg og returbólt.

Í roynd at javna spenti TB álopsbogan. So mátti bera ella bresta, og hjá TB brast tað. Eitt korter restaði, tá ið Jens Erik Rasmussen eftir uppspæl úr høgru staðfesti heimasigurin.