Jens Erik serligur í Evropa

Hin at kalla æviga ungi, 43 ára gamli bóltsnillingurin, Jens Erik Rasmussen, verður lagdur til merkis uttanlands. UEFA hevur í morgun á heimasíðu teirra kastað ljós á sjey leikarar, sum – hóast teir eru yvir 40 ára gamlir – spæla í fremstu fótbóltsdeildini. Ímillum hesar sjey er Jens Erik Rasmussen úr 07 Vesturi, og er hann harvið komin í ein forkunnugan hóp av leikarum við hesum serliga bragdi, ið eitt nú telja David Weir og Jari Litmanen.

 

Jens Erik spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá MB heilt afturi í 1985, og nú vit 27 ár seinni skriva 2012, er hann framvegis partur av besta liðnum hjá 07 Vesturi. Í Føroyum hevur hann umboðað HB, FS Vágar, TB, B36 og SÍ, meðan hann uttanlands hevur verið við donsku feløgunum AC Horsens og Esbjerg fB og íslendska Leiftur.

 

- Eg eri jú næstan eldri enn fleiri av pápunum hjá leikarunum á liðnum, sigur Jens Erik skemtandi við heimasíðuna hjá UEFA, og leggur afturat, at tað helst er ein orsøk til, at hann framvegis spælir.

 

- Eg eri rættiliga lágvaksin, so tað er allarhelst lættari at halda seg í form, sigur Jens Erik.

 

Gaman í spælir 07 Vestur í næstbestu deildini komandi kappingarár, men Jens Erik hevur spælt fleiri dystir í bestu deildini, síðani hann rundaði tey 40. Eitt avrik, ið bara heilt fáir spælarar avrika í løtuni. Teir eru nevniliga - umframt Jens Erik - hesir seks:

 

David Weir (Glasgow Rangers) Andy Legg (Llanelli AFC) Jari Litmanen (HJK Helsinki) Patrik Rosengren (Mjällby AIF) Com Tresson (Bray Wanderers FC) og Vazha Tarkhnishvili (FC Sheriff)