Fótbóltur
Tá FS Vágar í heyst mátti leiðina niður í aðru deild, vóru boðini úr Vágaoynni púrasta greið. Hetta fór á ongan at merkja, at felagið nú fór at repa seglini, men skuldu allar kreftir heldur nýtast til at vinna sær plássi í bestu deildini aftur.
Jens Erik fer at hjálpa
Hóast felagið síðani tá hevur mist kanska mest týðani leikaran í Tór-Ingar Akselsen, so tykjast vágamenn framvegis at hava gott mót, og nú hava teir so fingið sær ein trumf afturat.
Jens Erik Rasmussen, sum tey bæði seinastu árini hevur leikt við Leiftri í Íslandi, verður komandi árið hjálparvenjari hjá Albert Ellefsen, og umframt hetta fer fyrrverandi landsliðsleikarin eisini at spæla við á vøllinum.
Í fjør vóru Albert Ellefsen og Jonhard Joensen venjarar hjá FSV, eftir at Kestutis Latosa varð sendir til hús tíðliga á árinum. Sum skilst, so hevur Jonhard tó ikki havt hug at halda fram í hesum starvinum, og tí hevur verið tørvur á nýggjum hjálparvenjara. At hesin so eisini er av tí slagnum, sum uttan iva er ein stórur styrkur á sjálvum vøllinum, hava vágamenn so neyvan nakað ímóti.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið orðioð á Jens Erik sjálvan, men lítið er at ivast í, at talan verður um ein veldugan styrk fyri uppflytingarvónina hjá vágamonnum. Hóast tað er nakað síðani, at hann taldust millum teir útvaldu á landsliðnum, so hevur Jens Erik alla tíðna lagt nógva orku í fótbóltin. Hann er nú vorðin 33 ára gamal, men lættur sum hann er, er lítið at ivast í, at enn eru fleiri góð fótbóltsár í beinum hansara.