Jenny fær fimm ár afturat

Leiklistaráðið hevur á fundi í fyrradagin gjørt av at bjóða Jenny C. Petersen starvið sum stjóri fyri Tjóðpall Føroya komandi fimm árini.

Fyrradagin gjørdi Leiklistaráðið av at bjóða Jenny C. Petersen at halda fram sum stjóri fyri Tjóðpall Føroya komandi fimm árini.

Hon hevur tikið av tilboðnum. Tríggjar umsóknir vóru til starvið. Leiklistaráðið metir, at Jenny C. Petersen hevur gjørt eitt gott arbeiði fyrstu fimm árini hjá Tjóðpalli Føroya.

Hóast truplar umstøður hevur tað eydnast at bjóða fram eitt fjølbroytt útboð av leiklist á høgum stigi, samstundis sum arbeiðið at skipa Tjóðpallin sum almennan stovn er komið væl áleiðis, sigur Leiklistaráðið.

Leiklistaráðið metir útfrá støðuni og tørvinum hjá Tjóðpallinum nú og fimm ár fram, at tað er rættast at bjóða verandi stjóra at halda fram við støðugu menningartilgongdini, sum er sett í verk, og sum við nýggju avtaluni við Leikarafelagið av álvara kann fáa flog.