Er heilsuverkið eitt botnleyst hol? Ber tað til at rationalisera nógv meira enn í dag? Er tað satt, at játtanin í dag ikki verður brúkt so effektivt sum gjørligt?
Sosleiðis ljóða tríggir av spurningunum, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður, vil hava Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum at svara.
Spurningarnir eru settir, eftir at Jenis av Rana hevur lisið eina samrøðu í Sosialinum 2. september í ár við Johan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækna á Landssjúkrahúsinum.
Í viðtaluni segði Johan Petur Davidsen m. a., at:
»& fyrisitingin er vorðin alt ov stór - og hon tykist bert at økjast& Ofta hevur ein varhugan av, at fyrisitingin er blivin eitt endamál í sær sjálvum, og bureukratiið er stórt. Men hetta gerst ein stórur trupulleiki, tá tað fyrisitingarliga virksemið leggur hald á heilsustarvsfólkið, so at orkan verður tikin frá heilsufremjandi arbeiðinum.....«
Jenis av Rana vil tí hava landsstýrismannin at greina fyri løgtinginum, hvussu stórur partur av játtanini til sjúkrahúsverkið verður brúktur til ávikavist fyrisitingarliga økið og til viðgerðarøkið, eins og landsstýrismaðurin skal greina fyri løgtinginum niðanfyri nevndu uppáhaldini hjá Johan Peturi Davidsen:
At
... heilsuverkið er eitt botnleyst hol
... tað ber væl til at rationalisera nógv meira enn í dag
... játtanin í dag verður ikki brúkt so effektivt sum gjørligt
... kanska hevði verið betri at havt eina nógv minni tilbúgving í Klaksvík
... tað er eingin trygd í smáu lokalsjúkrahúsunum
... sjúkrahúsini hava ikki brúk fyri meiri pengum
... fyrisitingin er vorðin alt ov stór
... fyrisitingin tykist bert at økjast
... Fyrisitingin er vorðin eitt endamál í sær sjálvum
... bureaukratiið er stórt
... tað fyrisitingarliga virksemi leggur hald á heilsustarvsfólk, so at orkan verður tikin frá heilsufremjandi arbeiðinum?
Jenis av Rana sigur, at fyri flestu føroyingar, bæði innan og uttan tinggátt, er greitt, at sjúkrarøkt og sjúkraviðgterð á tí søtði, sum vísindin bjóðar í dag, er kostnaðarmikil og er tí sjáldan stórvegis spurnartgekin sett við ta upphædd, sum serkønu á økinum mæla til.
Tí kennist tað so øvugt at lesa hesa greinina serliga tá talan er um metingar frá lækna, ið hevur gott innlit og týðandi starv í sjúkrahúsverkinum ikki bert á viðgerðarøkinum men eisini á fyrisitingarliga økinum, sigur Jenis av Rana.
Hann vísir á, at um Johan Petur Davidsen hevur rætt í metingum sínum, so er tørvur á djúptøknum kanningum og broytingum, serliga um so er, at játtaði peningurin heldur enn at fara til viðgerðir, fer til fyrisiting og bureaukrati.
Jenis av Rana sigur at enda í viðmerkingunum til fyrispurningin, at síðani hann skrivaði fyrispurningin og meðan spurningurin hevur bíðað eftir tingfundi at verða lagdur fram á, frættist í miðlunum, at fyrisitingin hevur gujørt av at siga opinskáraða serlæknanum úr starvi.
Hetta er eitt álvarsligt stig, um hugsað verður um umfatandi læknatørvin, ið er á okkara leiðum.
Men enn verri um hetta er svarið til uppáhald hansara, heldur Jenis av Rana, sum sigur, at minsta kravið var, at leiðarar sjúkrahúsverksins heldur greiddu borgarunum og brúkarum frá, um støðan er so, sum yvirlæknin vil vera við ella ikki.
Vónandi kann landsstýrismaðurin greiða hetta álvarsliga og fløkta mál, sigur Jenis av Rana.










