- Vit hava alla tíðina samráðst út frá teirri fortreyt, at vit fáa umboð í landsstýrið.
Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður Miðfloksins.
Hann leggur afturat, at hann hevur ongantíð skilt tosið um, at Miðflokkurin ikki skuldi fáa umboð í landsstýrið, tí tað er ein fortreyt fyri at flokkarnir í samgongu kunnu samstarva á jøvnum føti.
Og hann leggur afturat, at Miðflokkurin er til reiðar at átaka sær tað málsøki, sum flokkurin fær litið upp í hendur.
Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru farnir burtur úr samráðingunum í kvøld, men teir báðir stóru flokkarnir, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, skuldi samráðast meir.
Men Jenis av Rana er sannførdur um, at nú dettur fýra flokka BADH samgongan ikki niðurfyri.
- Vit halda fram í morgin og tá gera vit tað liðugt, sigur hann.
Men hann sigur, at síðstu nátt stóð nógv á samráðingunum og tað var um reppið, at Miðflokkurin pakkaði saman.
Orsøkin var tann flati skatturin, sum samgongan ætlar at seta í verk.
- Ein flatur skattur merkir, at tær hægstu inntøkurnar fáa stóran skattalætta og tað hóvaði okkum ikki, sigur floksformaðurin.
- Úrslitið varð, at tann flati skatturin er ikki so øgiliga flatur longur, leggur hann afturat.
Men tað tykist eisini vera greitt, at tey, sum vanliga verða nevnd etisk mál, verða friðað í hesum valskeiðnum.
Jenis av Rana orðar tað soleiðis, at samgongan hevur avtalað, at stinga mál seg upp, sum ávísir partar í samgonguni eru ótryggir við, hava hesir partar fullan rætt at halda fast um, at samgongan skal vísa tí aftur.









