Elsti maður í nýggja Løgtinginum er Jenis av Rana, sum er 73 ára gamal. Sambært tingskipanini er tað elsta fólk á tingi, sum setur Løgtingið á fyrsta tingfundi eftir valið.
Í tingskipanini stendur soleiðis:
§ 1. Á fyrsta løgtingsfundi eftir val koma saman í tinginum tey, sum hava fingið valbræv frá valnevndini.
Stk. 2. Tey kunnu bara umrøða og atkvøða í spurninginum um valgildi.
§ 2. Elsta fólk á tingi á aldri, aldursforfólkið, tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður og heitir á 5 vald at kanna valbrøvini.
§ 3. Hesi 5 valdu kanna valbrøvini hjá teimum, sum vald eru.
Stk. 2. Í felag kanna tey síðan:
1) Útskriftirnar úr gerðabók valnevndarinnar,
2) klagur um valið,
3) at tey valdu eru myndug, hava danskan ríkisborgaraskap og eru heimahoyrandi í Føroyum sbrt. Stýrisskipanarlógini § 3,
4) um nakar valdur ikki lýkur treytirnar í Stýrisskipanarlógini § 4, stk.1, tí at hann er revsaður fyri gerð, sum nevnd er í stk. 2 og 3 í somu grein.
§ 4. Tilmæli um góðkenning av valbrøvunum og um góðkenning av valúrslitunum verða munnliga løgd fyri tingið. Tingið tekur tá avgerð bæði um góðkenning av valbrøvunum og um góðkenning av valúrslitunum á sama fundi, sum uppskotini eru løgd fram. Atkvøtt verður fyri og ímóti.
§ 5. Tá valbrøv teirra valdu eru góðkend við atkvøðugreiðslu, eru tey formliga løgtingsfólk og hava allar tær heimildir og øll rættindi, sum Stýrisskipanarlógin veitir teimum.
§ 6. Aldursforfólkið krevur nú av hvørjum løgtingsfólki, at tað við trú og heiður skrivar undir váttan, hvørji álitsstørv, sum nevnd eru í Stýrisskipanarlógini § 8, tað hevur, og at tað játtar, at tað leggur nú hesi álitsstørv frá sær.
§ 7. Aldursforfólkið lýsir nú Løgtingið at vera sett.
Síðani verður tingið forfólk og formansskapin í Løgtinginum. Nýggja tingforfólkið skipar síðani fyri valinum av løgmanni.
Tá løgtingið varð sett eftir seinasta løgtingsval 22. desembe rí 2022, var tað Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum setti tingi sum elsta fólk á tingi.
Poul Michelsen, fyrrverandi løgtingsmaður, hevur tríggjar ferðir havt heiðurin at seta Løgtingið sum aldursformaður. Tað gjørdi hann í 2019, í 2015 og í 2011.
Eftir løgtingsvalið í 2008 var tað Heini O. Heinesen, sum setti tingið sum aldursformaður.
Jensi av Rana er 73 ára gamal. Hann hevur sitið í løgtinginum síðani løgtingsvalið 7. juli í 1994.











