Tað er nú greitt, hvør skal umboða Føroyar í Norðurlandaráðnum hetta næsta árið.
Á Løgtingsfundinum í gjár skuldi Løgtingið velja tveir limir og tveir varalimir at umboða Føroyar í Norðurlandaráðnum. Og í tí sambandi samdust Javnaðarflokkurin, Sjálvstýri, Tjóðveldi og Framsókn, um at skjóta Paula Trónd Petersen upp til at verða fasta lim í Norðurlandaráðnum, og Ruth Vang tingkvinnu fyri Framsókn, til at verða varalim.
Hinir flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, samdust um at velja Jenis av Rana úr Miðflokkinum til fastan lim og floksfelaga hansara, Bill Justinussen til varalim.
Sostatt eru Pauli Trónd Petersen og Jenis av Rana, fastir limir í Norðurlandaráðnum fyri Føroyar og Ruth Vang og Bill Justinussen eru varalimir.
Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður, staðfesti, at tá ið tilmælini eru so greið, eru tey vald uttan atkvøðugreiðslu.