Tá Kringvarpið tollaksmessudag hitt Jenis av Rana, løgtingsmann, varð hann spurdur, um hann ynskti sær nakað serligt í jólagávu, visti hann ikki reiðiliga at svara.
– Tá stóð fast, men so rann fram fyri meg, at mær tørvaði einn fjallstav, so eg segði, at eg ynskti mær ein fjallstav, men at eg ikki hevði formulerað hetta ynski fyri nøkrum, so tað bleiv av ongum, skrivar Jenis av Rana á sínum facebookprofili.
– Dagin eftir, jólaaftan klokkan 13.10 kom ein facebookvinur, sum eg annars ikki kendi, á vitjan við einari jólagávu, sum hann hevði gjørt til mín, síðani hann hoyrdi útvarpsprátið. Gávan var ein flottur fjallstavur, sigur hann.
– Vildi ynskt at fleiri kundu uppliva tær kenslur, man kennir, tá slíkt hendur! Gleði, takksemi, eyðmjúkleika, sigu Jenis av RAna, sum heldur tað vera gott at eiga vinir – eisini facebookvinir.
– Enn eina ferð: túsund takk fyri, góði vinur