Tað sigur Høgni Hoydal, sum í morgun hevur fingið at vita, at landsstýrismaðurin, sum tað snýr seg um, Jenis av Rana, verður burturstaddur í morgin.
– Eg havi gjørt uppskotið klárt at leggja fram, men eg havi spurt meg fyri í hinum flokkunum og fingið at vita, at Løgtingið ikki verður fullmannað í morgin, so ber ikki til at hava eina seriøsa viðgerð av málinum, sigur Høgni Hoydal.
Tað er soleiðis, at eitt misálitisuppskot skal hava 17 atkvøður fyri, annars verður tað ikki samtykt. Tað er ikki nóg mikið við einum meiriluta av teimum, sum eru í tingsalinum, sum tað annars er í vanligu atkvøðugreiðslunum á tingi.
Høgni Hoydal vísir eisini á ein grein 52 fyrispurning, sum Aksel V. Johannesen hevur sett løgmanni um, hvat hann ætlar at gera við Jenis av Rana, sum hann skilur verður svaraður mánadagin. Hann væntar tí, at uppskotið kann leggjast fyri Løgtingið í næstu viku.
Ein av teimum tingfólkunum, sum er burturstaddur í morgin er Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum alment hevur boðað frá, at hann fer at taka undir við misálitisuppskotinum á Jenis av Rana.
Tað var eftir útsøgnina hjá Jenisi av Rana í valsendingini hjá Miðflokkinum í Kringvarpinum, har hann segði, at hann ikki kundi stuðlað Søren Pape Poulsen sum forsætisráðharra, tí hann er samkyndur, at Høgni Hoydal boðaði frá, at hann fór at leggja fram misálitisuppskot.
Men hann sigur, at tað er ikki bara tað málið, sum hann er misnøgdur við. Men eisini málið um rammusáttmálan við Ísland, sum Jenis av Rana hevur undirskrivað, og arktisku strategiina hjá landsstýrinum, sum hann legði fram á fundi í Íslandi herfyri, uttan at ráðføra seg við uttanlandsnevndini hjá landsstýrinum.
Enn er óvist, um eitt slíkt misálitisuppskot verður samtykt. Men sum tað ljóðar eru í øllum førum 16 atkvøður fyri, tá Johan Dahl atkvøður við andstøðuni. Ógreitt er, hvussu Kristin Michelsen atkvøður og um onkur í samgonguni kann taka undir við tí.
Tað er eisini óvist, hvat Miðflokkurin hevði gjørt, um uppskotið varð samtykt. Men sannlíkt er, at so hevði samgongan skrædnað.
Tað er tí farið at lukta av nývali – og flotta valúrslitið hjá Sambandsflokkinum á fólkatingsvalinum birtir enn meira undir tosið um nýval.