Jenis av Rana, løgtingsmaður, verður ikki meldaður fyri ógvusligu útsøgnirnar í danska blaðnum, Information í síðstu viku.
Tað sigur LGBT í Føroyum í morgun.
Tey umhugsaðu annars at melda hann fyri at bróta grein 266 b í revsilógini, men hava nú slept málinum
- Grein 266b er fyribyrgjandi og hevur seinastu árini lyft føroyska kjakið um samkynd á eitt nógv hægri støði, sigur LGBT í Føroyum
-Kortini eru kúgandi og hatursfullar útsagnir ikki heilt reinsaðar úr almenna rúminum.
- Háðandi og niðurgerandi viðmerkingar, sum eitt nú Jenis av Rana stendur á odda fyri, hoyra nú til undantakið heldur enn regluna í kjakinum um samkynd og tað eisini 266b fyri at takka, sigur LGBT Føroyar
Tey halda, at seinastu árini eru Føroyar broyttar nógv, hugburðurin til samkynd er broyttur, og LGBTarar eru blivnir ein nógv størri og sjónligur partur av samfelagnum.
- Hetta sæst aftur í Gallup kanningum, sum vísa, at 68% taka undir við, at tvey av sama kyni skulu kunna at gifta seg borgarliga.
- Tey umleið 6.000 fólkini, sum árliga ganga lið um lið við okkum á Faroe Pride, eru eisini eitt sjónligt prógv um, at vit ikki stríðast einsamøll fyri einum tollyntum og fjølbroyttum samfelagi.
- Eisini í okkara gerandisdegi sum LGBTarar í Føroyum merkja vit, hvussu samfelagið rúmar, viðurkennur og góðtekur okkum á jøvnum føti við onnur.
- Nú manglar bert at fáa tey formligu rættindini upp á pláss, men tað fer eisini at koma.
- Og tað er her okkara orka og virkishugur í rørsluni liggur, sigur Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT Føroyar.
Í LGBT Føroyar halda tey, at útsøgnirnar hjá Jenisi av Rana, løgtinglimi, í Dagbladet Information, eru misvísandi, niðurgerandi, eyðmýkjandi og bygd á óvitan og ivasasom vísindi.
- Tá er talan bæði um samandráttin í blaðnum og langa svarið til sama danska blað, ið varð kunngjørt seinni í føroysku miðlunum.
- Í slíkum førum kann tað vera freistandi at royna lógina, sum okkara mongu limir, teirra avvarandi og okkara ótrúligu stuðlar, hava bartst ein so harðan, langan og dýran bardaga fyri at fáa setta í gildi í Føroyum, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar.
Men eftir at hava umhugsað støðuna gjølla, er nevndin í LGBT Føroyum tó samd um, ikki at melda Jenis av Rana fyri brot á grein 266b.
Metir fútin, at orsøk er at fara víðari við málinum, so stuðlar LGBT Føroyar hansara avgerð.
Nevndin sigur, at tey brúka ikki meira tíð og orku til Jenis av Rana og hansara hugsan um dygdina av lívinum hjá samkyndum og LGBTarum annars.










