Jenis av Rana sjeyti ár í dag

Í dag fyllir ein av royndastu og mest umstríddu politikarunum í Føroyum 70 ár

 

Jenis av Rana er føddur í Trongisvági 7. januar í 1953. Hann er sonur Dánjal og Aslaug av Rana.

Jenis er útbúgving lækni og var í starvi sum kommunulækni í Havn, tá hann gjørdist landsstýrismaður eftir løgtingsvalið í 2019.

Hann tók læknaprógv í 1983 og hevur verið kommunulækni í Havn síðani 1995.

Jenis var partur av Kristiliga Fólkaflokkinum og var ein teirra, sum í 1992 stovnaðu Miðflokkin, sum kom á ting í 1994, tá Jenis av Rana varð valdur á ting. Hann er afturvaldur á øllum valum síðani 1994 – tað er í 1998, 2002, 2004, 2008, 2011, 2015, 2019 og 2022.

Hann sat eisini eitt skifti í Tórshavnar býráð sum varamaður fyri Petur í Gong fyri Uttanflokkalistan. Tað var frá 1993-96.

Áðrenn hann var politikari var hann virkin í fakfelagsarbeiði og var formaður í Hjálparlæknaráð Føroyar og seinni nevndarlimur í Læknafelag Føroya.

Áðrenn hann fór undir lesturin, arbeiddi hann sum læraravikarur á Tvøroyri og í Froðba árini 1972-74.

Jenis av Rana er kendur fyri síni serligu sjónarmið, sum ikki altíð sampakka við tað, sum fólk vanliga meina og halda. Og hann er ikki bangin fyri at standa við síni sjónarmið. Tað gav at bíta upp undir fólkatingsvalið 31. oktober, tá hann í útvarpinum segði, at hann ikki hevði kunnað peikað á Søren Pape Poulsen, formann í Konservativa flokkinum í Danmark, sum forsætisráðharra, tí at hann livdi sum »sokallaður samkyndur«.

 

##med2##

Hetta dámdi ikki løgmanni, sum hevði tikið málsøkið um kirkjubøkurnar frá Jenis av Rana, tí hann vildi ikki gera, sum løgtingið hevði samtykt, at børn hjá samkyndum kvinnum kundu fáa eftirnavnið hjá sammóðir síni. Og tá Jenis av Rana í tíðindum á FM1 segði, at hann vónaði ikki, at Magnus Rasmussen, sum fekk málsøkið, fór at gera, sum løgmaður vildi, so varð hann koyrdu frá sum landsstýrismaður – ein avgerð, sum førdi til nýval til løgtingið 8. desember.

Jenis er giftur við Annu, f. Absalonsen og tey eiga tríggjar synir, Danjal, Hallur og Ari.

 

 

Her sæst Jenis av Rana sum føroysku uttanríkisráðharri heilsa upp á amerikanska uttanríkisráðharran í stjórnini hjá Donald Trump, Mike Pompeo, sum vitjaði í Keypmannahavn í 2020. Høgru megin Pompeo síggjast táverandi uttanríkisráðharrin í Danmark, Jeppe Kofod, og Carla Sands, táverandi amerikonsk sendikvinna í Danmark