Jeffri Johannesen 60 ár

6. mai verður Jeffri 60 ár. Jeffri er yngstur av fimm systkjum. Foreldrini vóru Joen Pauli Johannesen úr Klaksvík og Jenny Sumberg av Tvøroyri.
Jeffri er fiskimaður. Í 1960 fór hann til skips 15 ára gamal, sum messur við spildurnýggja stállínuskipinum Klakki. Skipari var Palli Rasmussen.
1. mai 1963, meðan teir vóru til fiskiskap undir Grønlandi, rópti Palli hann upp á brúnna og fortaldi honum tey tungu boð, at mamman var farin. Jeffri, ið hevði mist pápan 5 ára gamal, hevur seinni greittt frá, at Palli tá hevði sagt við hann at "Jeffri eg skal verða góður við teg" - og tað lyftið hevur hann hildið.
Hann sigldi so við Klakki, Jákup B og Borðoyarnes við Palla og seinni soninum Kristian Martini sum skipara, eitt stutt skifti var hann eisini við síðutrolara.
Seinast í sjeytiárunum fór hann við tí tá nýliga bygda nótaskipinum Christiani í Grótinum. Í 1998 fór hann umborð á núverandi Christian í Grótinum.
Samanumtikið kann sigast at hann í samfull 45 ár hevur siglt, fyrst við, Palla, síðani Kristian Martin og synum, og hann er still going strong.
Trúfesti eykennir Jeffri. Eisini er hann sera arbeiðssamur, lítilátin og góður at vera saman við.
Seinastu nógvu árini hevur Jeffri búð saman við Hildu í Akursmørk.
Starvfelagarnir ynskja Jeffri hjartaliga tillukku við degnum.