Rockguitarleikarin Jeff Beck er deyður, 78 ára gamal.
Hetta skriva útlendskir miðlar, ið hava tíðindini frá Twitter vanganum hjá Beck.
Eftir at hava fingið bakteriuligt meningitis, doyði hann friðaliga týsdagin.
Beck gjørdist fyrst kendur við bólkinum The Yardbirds, har hann kom í staðin fyri Eric Clapton, ið fór úr bólkinum.
Seinni stóð hann á odda í egnum bólki, The Jeff Beck Group, og haðani spratt eisini samansetingin Beck, Bogert & Appice.
Tónleikatíðarritið Rolling Stone hevur í 2015 rópt Beck sum 5. besta guitarleikara nakrantíð. Hann verður mettur at hava havt stóra ávirkan, og at vera upphav til bluesrock.
Tvær ferðir er hann innlimaður í Rock and Roll Hall of Fame. Fyrst sum limur í The Yardbirds, og síðani sum solistur.
Fleiri veteranar innan rocktónleik heiðra Jeff Beck á Twitter, eftir at tíðindini um deyða hansara frættust.
Jeff var ein fittur persónur, og framúr, ikoniskur og flogvit til guitarspæl, skrivar Tony Iommi, guitarleikari í Black Sabbath.
Og Gene Simmons, bassleikari í Kiss, er samdur:
Ongin spældi guitar sum Jeff. Fá fatur á fyrstu tveimum plátuútgávunum hjá Jeff Beck Group, og tú verður vitni til stórleika, skrivar Simmons.