Danmarks Radio boðaði fyri løtu síðan, at ein av luttakarunum í sangkappingini X-Factor, Jean Michel, hevur tikið seg úr kappingini. Sjálvur sigur hann, at hetta er av persónligum ávum. Reglarnar í X-Factor eru soleiðis, at um ein luttakari velur at fara úr kappingini, so er bólkurin heldur ikki longur við. Jean Michel hevur verið í bólki saman við Nicoline Simone, og nú, Jean Michel ikki ynskir at halda áfram, hevur Thomas Blachman ongan av sínum bólkum í X-Factor.
Í tíðindaskrivi frá DR sigur Jean Michel, at hann ikki ynskir at luttaka meir í kappingini av persónligum orsøkum.
- Eg havi tikið meg úr kappingini av persónligum ávum. Tað hevur ikki verið nøkur løtt avger, men eg føli, at hetta er tað rætta fyri meg at gera. Hetta er mín egna avger, og hevur einki at gera við hvørki Nicholine Simone, Blachman ella nakran annan frá X-Factor toyminum. Tað tykiskt ivaleyst ógvusligt fyri fleiri, at eg velji at steðga her, men fyri mítt viðkomandi vóru ikki aðrir møguleikar, sigur Jean Michel.
Nicoline Simone, sum hevur verið í bólki saman við Jean Michel, stuðlar honum í hasara avger.
- Eg taki hattin av fyri honum, at hann er so sterkur og hevur tikið hesa avgerina. Eg respekteri hansara avger, og vit eru framvegis vinfólk, sigur Nicoline Simone.
Nú tá Jean Michel og Nicoline Simone ikki longur eru við í X-Factor, eru einans fýra finalistar eftir. Valið hjá Jean Michel, um at taka seg úr kappingini, merkir, at eingin av teimum fýra finalistunum kann verða útstemmaður í kvøld. Allar sms-atkvøðurnar, sum koma í kvøld, verða taldar við og lagdar afturat atkvøðunum komandi fríggjakvøld.