Í kvøld verður jazzur sum vant aftur at hoyra á Hvonn. Hesa ferð við Leivi Thomsen og Rúna Eysturlíð Týskvøld er eitt gott kvøld at møtast við vinfólki, lurta eftir frálíkum jazzi, drekka eina øl ella ein kaffimunn afturvið einum práti. Tað halda jazz fjepparar í Havn.
Tað er týskvøld í kvøld, og sum vant letur Hvonn dyrnar upp fyri jazz tónleikurinum. Hesa ferð verður tað ein spennandi bólkur, ið fer at framføra. Tað eru gittar snillingarnir Rúni Eysturlíð og Leivur Thomsen, ið fara at vísa síni kynstur. Rúni Eysturlíð hevur spælt nógv á Hvonn, eitt nú saman við Herlufi Lutzen og Sigrid Rasmussen. Leivur Thomsen hevur somuleiðis spælt á Hvonn fyrr við, eitt nú saman við Katrina Petersen trio.
Jazzurin á Hvonn byrjar klokkan 21.









