Jazzur og world í Tórskjallaranum

Hóskvøldið 12. juni framførir Katrina Petersen Band í Tórskjallaranum.


Katrina Petersen er kend sum syngjandi skaldasmiður. Hon er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn við føroyskari mammu og donskum pápa. Hon er diplomútbúgvin sangari og sangpedagogur í 2005 frá Rútmiska Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

 

Síðani ár 2000 hevur hon serútbúgvið seg í bulgarskum og svenskum fólkasangi. Hon hevur sungið í bulgarsku bólkunum ?Vokalselskabet Glas? og ?Usmifka?. Dagliga undirvísir hon á Tórshavnar- og Vága Musikkskúla.

 

Tónleikararnir hjá henni til konsertina hóskvøldið 12. juni eru Leivur Thomsen guitar, Bjarki Meitil bass og Rógvi á Rógvu trummur. Eisini fara Anna M. Olsen og Ása Wraa at syngja saman við bólkinum. Sjálv spælir Katrina klaver og syngur.

 

Umframt at bólkurin framførir heimagjørd løg, verður eisini fólkatónleikur av svenskum og bulgarskum uppruna at hoyra.

 

Konsertin byrjar kl. 21.00 og endar kl. 23.45.