14. oktober kunnu gomlu jazzararnir í Havn finna sær Palestina-turruklæðini framaftur og tey ungu eru eisini hjartaliga vælkomin!
Tá verður nevnliga Tórshavnar Jazzfestivalur aftur, og fyrsta kvøldið verður sera forkunnugt hjá øllum jazz-feinschmeckarum. Ongin minni enn ein jazzprofessari trínur á pall í Norðurlandahúsinum tann gitni svenski klaverleikarin Lars Jansson við sínari trio. Maðurin, ið verður róptur týdningarmesti jazz-klaverleikarin í Norðanlondum seinastu 20 árini, hevur eitt náttúrligt og inniligt klaverspæl, sum bert fáir tónleikarar megna so fullkomiliga, sum hann. Hansara egnu løg bera sterkt brá av norðurlendskari melankoli, sum eisini hóskar so væl til føroyingar. Sama kvøld og stað verður føroyska 80ara-orkestrið Plúmm, ið spældi við legenduni Holger Laumann, at hoyra.
Tórshavnar Jazzfestival 2011:
14. oktober: Lars Jansson Trio og Plúmm
15. oktober: Mezzoforte
16. oktober: Weekdays við Teitur
Onnur tiltøk, sum workshops v.m. verða eisini í býnum, m.a. í Hvonn, SMS og Tutl-handlinum.










