Tann fyrsta av fýra konsertum, sum Føroya Jazztónleikarafelag fer at skipa fyri í vetur, verður í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19.30.
Á konsertini í kvøld fara trý føroysk jazzættarlið á pallin. Stamen Stanchev og Edvard Nyholm Debes fara at spæla saman við tónleikarum úr bólkunum Jazzarnir og Tangz. Konsertin verður bygd á smærri bólkar og solistar.
Í jazztónleikinum er vanligt, at tónleikararnir royna at finna nýggjan íblástur við at spæla kendar skráir við nýggjari instrumentsamanseting. Tí verða Edvard Nyholm Debes og Stamen Stanchev at hoyra í kvøld saman við tónleikarum úr Jazzarunum og Tangz, verður sagt í tíðindaskrivi frá Føroya Jazztónleikarafelag.