Í staðin fyri at lata stuðul til fýra árligar tónleikafestivalar, fer Norðurlandahúsið nú at skipa fyri eini nýggjari stórari listastevnu, sum verður hildin í august mánaði.
Avleiðingin er millum annað, at 17 ára gamli Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalur ongantíð verður aftur í tí líki, sum fólk kenna hann. Eisini Sumartónar, Fólkatónleikastevnan og Gospelfestivalurin koma at merkja broytingina.
? Endamálið hjá okkum er at koma við einum betri og breiðari tilboði, har eisini tónleikurin fær ein sentralan leiklut, sigur Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum.
? Vit ælta at brúka tað besta frá teimum fýra tónleikafestivalunum, sum hava verið í húsinum, og samantvinna tað við nøkur nýggj tilboð innan til dømis sjónleik, film og bókmentir. Endamálið er at gera ein betring og nýskapan av tilboðunum hjá Norðurlandahúsinum.
Brandur og Kristian stúra ikki
Hóast nýggi politikkurin hjá Norðurlandahúsinum fer at hava ein fíggjarligan smeit við sær við teir fýra tónleikafestivalarnar, so stúra tveir av høvuðskreftunum aftanfyri teir ikki fyri nýggja hugskotinum.
? Hóast hetta kemur at merkja, at Jazzfestivalurin ikki kemur at halda fram sum áður, so stuðli eg nýggja hugskotinum, tí tað er ómetaliga spennandi og kann skapa nýggjar møguleikar, sigur Brandur Øssursson, sum øll 17 árini hevur skipað fyri Jazzfestivalinum.
? Tónleikurin má ikki koma at svíða undir hesum, men tað er heldur ikki ætlanin. Vit síggja stórar møguleikar í nýggju listastevnuni, har eisini tónleikurin fær ein týðandi leiklut, sigur Kristian Blak, sum er fyriskipari av Summartónum.
Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum sigur, at endamálið er ikki, at tónleikurin skal gerast taparin í broytingini. Hinvegin er málið við nýggja festivalinum millum annað, at tað skal bera til at lokka heimsnøvn sum Bob Dylan, Pavarotti ella Leonard Cohen til Føroya at spæla.
Tey stóru tiltøkini
Norðurlandahúsið hevur sett ein trímannabólk at arbeiða við nýggju listastevnuni. Í hesum bólki sita Jórun í Dali, Brandur Øssursson og Birgir Kruse. Tað er ætlanin, at hesin arbeiðsbólkur um ikki so langa tíð skal koma við sínum boði upp á, hvussu listastevnan skal haldast.
Fyrimyndin er árliga listastevnan í Reykjavík, sum stjórin í Norðurlandahúsinum áður hevur staðið á odda fyri.
? Norðurlandahúsið í Føroyum skal bjóða fólki tey stóru mentanartiltøkini, sum eingin annar klárar at bjóða. Nýggja listastevnan er ein liður í hesum politikki, og hon skal verða enn meira sjónlig enn tónleikafestivalarnir hava verið, sigur Helga Hjörvar.
? Vit vóna ikki, at hetta fer at skapa misnøgd millum tónleikafólk, tí endamálið við nýggju listastevnuni er at gera umstøðurnar hjá øllum betur. Vit koma at hava stór tiltøk í høvuðsstaðnum, men ætlanin er eisini at hava tilboð kring landið, soleiðis sum Summartónar til dømis hava havt, sigur hon.
Festivalarnir broyttir
Brandur Øssursson heldur, at nýggja listastevnan ikki bara kann avloysa allar tónleikafestivalarnar, tí talan eru um fleiri enn 50 konsertir á teimum trimum festivalunum, sum eru um summarið.
? Tí skapar hetta eina nýggja stóra avbjóðing fyri tónleikalívið í Føroyum. Nú mugu vit seta okkum fyri at skapa umstøður fyri stórum tónleikatiltøkum umframt nýggju listastevnuna. Jazzfestivalurin kemur ikki at halda fram í sama líki, men møguleiki er sjálvandi fyri, at hann kann skipast øðrvísi og til dømis haldast aðrastaðni í høvuðsstaðnum, sigur Brandur Øssursson.
Kristian Blak sigur, at Summartónar næsta ár verða skornir frá 10 døgum og niður í fýra dagar.
? Summartónar verða framyvir ikki eins umfatandi, sum teir hava verið, men vit ætla at halda fast um at hava eina stevnu, har millum annað føroysk tónleikaverk verða framførd. Harafturat koma vit eisini at verða ein partur av nýggju listastevnuni, og tí síggi eg stórar møguleikar framyvir.
? Og vit skulu nokk finna orku til eisini at halda eina fólkatónleikastevnu ? um hon so bara verður eitt vikuskifti, lovar Kristian Blak.
Festival-farvæl
Stjórin í Norðurlandahúsinum sigur, at endamálið við nýggju listastevnuni er ikki at spara pengar við at sláa fleiri festivalar saman.
? Vit ætla í staðin at gera eitt størri og meira fjølbroytt tiltak, sum skal verða ein vinningur fyri føroyskt mentanarlív og geva fólki nógv spennandi tilboð, sigur Helga Hjörvar.
? Vit eru samstundis greið yvir, at vit kunnu ikki brúka alt krútið í einari viku í august, og tí kunnu fólk rokna við fleiri tónleikatiltøkum um veturin. Og vit fara heldur ikki at gloyma okkara skyldu at vera Norðurlandahús fyri allar Føroyar.
Og meðan tankin um ein árligan Jazzfestival er burtur eftir 17 fjølbroytt ár, sær maðurin aftanfyri festivalin frameftir.
? Tað hevur verið spennandi og strævið at skipa fyri Jazzfestivalinum, og hann er vorðin rættiliga kendur í Norðurlondum, men nú liggja nýggjar avbjóðingar fyri framman, og málið hjá okkum verður at syrgja, at eingin tapari verður av broytingini, sigur Brandur Øssursson.
Stjórin í Norðurlandahúsinum roknar við, at fleiri upplýsingar um tiltøkini á nýggju listastevnuni verða at fáa um einar tveir mánaðir.










