Jay hevur trupulleikar við kærleikanum

Nik og Jay úr vælumtóktu donsku poppduoini eru sera ymiskir.

Nik hevur eina lítla dóttir og eina fasta damu, meðan Jay ikki ordiliga dugir við kærleikanum.

Sjálvur heldur hann orsøkina til hetta vera, at hann er alt ov skjótur til at gera reglar um, hvussu alt skal vera í einum forholdi.

 

- Men reglarnir broytast alla tíðina. Ein mánaða hugsi eg: einki eitur kærleiki við fyrsta eygnabrá; man skal læra hvønn annan at kenna fyrst og so byggja eitt forhold upp spakuliga. Næsta mánaða hugsi eg: ókey, okkurt eitur kærleiki við fyrsta eygnabrá. Man skal bara hyggja hvønn annan í eyguni og so eksisterar tað harfrá. Næsta mánaða trúgvi eg aftur ikki uppá tað, sigur hann við Euroman.

 

Jay er kanska eitt sindur ørkimlaður hesum viðvíkjandi, men hann er vísir í, at hann ikki trýr upp á, at man bert skal hava ein partnara alt lívið.

 

- Hatta um, at man skal elska hvønn annan alt lívið, er bert ein illusión, sigur hann við danska mannfólkablaðið.

 

Longsta parlagið, Jay hevur verið í, hevur varað sjey mánaðir.