Flestu menniskju ið sita í hesum ”saksi” millum familju- og arbeiðslív, greiða frá at familjan satt at siga er tað týdningarmesta, og at tey veruliga meina, at hon eigur at ganga framum arbeiði. Men tá raðfestingarnar í gerandisdegnum vera eftirkannaðar, vísur tað seg ofta, at tað slett ikki letur seg gera at avlesa á raðfestingunum, at familjan er tað týdningarmesta. Tí hon fær ikki nógva tíð og verur ikki givin gætur. Kanska tí at arbeiði letur til at vera týdningarmiklari í støðuni og kann ikki bíða? Kanska tí at familjan verur tikin fyri givið? Ella tí at ikki er klárt, at tað ræður um at varveita eina sterka javnvág millum familjulívið og arbeiðslívið. Ikki antin ella.
Men tað við javnvágini kann gott vera krevjandi. Eingin kemur og skapar hana fyri okkum - hvussu deiligt tað enn kundi verið – og sjálvt um vit ofta siga, at javnvág er nakað, ein ”bara er í” so kemur hon fyrst og fremst, tí at vit velja hana. Ja, tað kann vera ringt til tíðir. Ja man dettur útí og følir seg í ójavnvág til tíðir. Og er tað ok? Ja sjálvandi! Tí um vit hava fatur í ætlanini í at miða eftir javnvág, so kunnu vit koma á rætta kós uppá stutta tíð.
At hava fatur á og halda fast í ætlanini um javnvág, krevur nakað serligt av okkum: At vit eru erlig yvirfyri okkum sjálvum. Annars kunnu vit ikki koma í samband við, hvat javnvágin skal vera. Men út yvir erligheit fyri okkum sjálvum, krevur leitan eftir javnvág vanlig vís ikki, at vit gera nógv meira. Heldur tvørtur i móti. Tí tað gongur ofta út uppá, at vit halda uppat við at royna at gera alt og ístaðin fokusera uppá tað, hevur týdning.
At gera sær klárt hvat er tað týdningarmesta verður lættari, um vit gera ein raðfestingarlista fyri okkum sjálvi, har vit finna út av hvat hevur størstan týding fyri okkum í lívinum og í hvørjari raðfylgju.
Fyri meg er tað: 1. Mín innara og ytra vælvera. 2. Maður mín, familja og vinir. 3. Mín yrkisleið.
Veruliga sigur mín listi, at eg raðfesti mína vælveru høgt við at fara til retreats nakrar ferðir um árið, har eg eri í friði við meg sjálva. Eg fari eisini at ferast og á skeið, ið hava mín áhuga og geva mær íblástur og eg geri í heila tikið tað ið eg føli gevur mær vælveru.
Fyri at raðfesta mann mín, syrgi eg fyri at vit ferast, bara vit bæði, og at vit javnan skipa fyri kvøldum, har vit bjóða hvørjum øðrum út. Fara í biografin, eta úti og osfr. Sjálvt um eg kann vera móð, eftir at hava undirvíst ein heilan dag, og viðhvørt eri líka við at avlýsa, so veit eg, at tað í longdini, vanliga gevur mær orku, at vera saman við manni mínum, tí haldi eg sum útgangsstøði fast í avtalunum. Tað sama er galdandi fyri avtalur við vinir og familju. Sjálvandi hendur tað, at eg avlýsi,, men tá geri eg tað altíð við tí endamáli, at varveita kensluna av javnvág.
Í sambandi við mína yrkisleið, er eitt av teimum týdningarmestu amboðum fyri meg, at eg ikki altíð taki mína yrkisleið so hátíðarliga, sum umverðin ofta ger. Vit menniskir eru ofta góð til at gera ov nógv burtur úr tí, vit uppliva í núinum, og leggja so stóran dent á tað, at vit kenna á okkum at heimsins undirgangur nærkast, um okkurt ikki gongur so gott. Mínar royndir eru, at ting, ið upplivast sum altavgerandi í núinum, hvørva líðandi úr eygsjón og svinna inn til minni smálutir, tá vit fáa tað nakað burtur frá. Tí leggi eg ofta dent á at hugsa minni dómadagsaktugt og halda fast í, at tað ikki neyturviliga er so álvarsamt, sum tað sær út í løtuni, og tað hjálpur mær til, ikki at liggja svøvnleys og hugsa um mína yrkisleið. Sjálvandi eru tað nógv ting, eg vendi og dreygi nógvar ferðir, men eg lati ikki hugleiðingarnar taka yvir.
Fyri øll míni 3 punkt á listanum er harumframt einans eitt galdandi: At eg trúgvi uppá, at tað er altavgerandi at vera til staðar, tá vit eru saman við okkum sjálvum, okkara maka, familju, vinum og øðrum, vit eru góð við. Vit fáa einki burturúr at ynskja at vit vóru onkra aðrastaðni, enn vit veruliga eru, og eingi menniskju ynskja at vera ein verkætlan, vit skulu skunda okkum at hava eitt sindur av kvalitetstíð við. Tí haldi eg, at nakað av tí tídningarmesta fyri javnvág er, at vit so at siga ” eru her tá vit eru her”. Og at vit eru har nóg nógva tíð, í mun til okkum sjálvi. Hvussu nógv tað er, vita bara vit. Men um vit eru heilt erlig og hyggja eftir okkum sjálvum, so haldi eg at vit øll innast inni gott vita, hvussu býti millum okkara raðfestingar skal vera, um vit skulu vera í javnvág og kunna vera ein persónur, ið vit kunnu virða og kanska enntá hávirða.
Umsett hevur:
Barbara Dahl, Sertifisera Life- og Businnescoach