Talið á løntakarum í Føroyum er støðugt vaksið seinastu tíðina. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at hetta síðsta árið er talið á løntakarum vaksið støðugt og nú er talið tað hægsta síðani í oktober í 2010, og sostatt er tað nú tað hægsta í fýra ár.
Í oktober í fjør vóru 24.291 løntakarar í Føroyum og tað mesta í 2014 og áleið tað sama sum í oktober 2010, tá ið tað vóru 24.306 løntakarar í Føroyum.
Tað var um ársskiftið 2010 og 2011, at húsagangur og annað, førdi til, at talið á løntakarum fall fleiri enn 1.000 løntakarar eftir stuttari tíð, men síðani hevur framgongdin verið aftur, við onkrum einstøkum afturstigum, men hetta seinasta árið hevur vøksturin verið støðugur og javnur Hagstovan sigur, at her er talan um árstíðarjavnað tøl og tað merkir, at tey eru reinsað fyri afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Sostatt ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum, sigur Hagstovan.
|