Javnt millum andstøðu og samgongu

Sambandsflokkurin missir nógv í nýggjari veljarakanning, men samgongan hevur framvegis ikki meiriluta á tingi, eins og allar veljarakanningar hava víst síðani valið

Sambært nýggjastu veljarakanningini, so stendur nú á jøvnum millum andstøðu og samgongu. Veljarakannigin verður kunngjørd í Fregnum í gjár, og er tað Gallup, sum gjørt hevur kanningina fyri blaðið.
Sambandsflokkurin er stóri taparin í kanningini, meðan tað stendur so at siga í stað hjá øllum hinum flokkunum.
Fólkaflokkurin fekk á valinum í april 20,8%. Hann fær í nýggjastu kanningini 21,1%.
Sambandsflokkurin fekk á valinum seinast 26,0%. Men í øllum kanningum síðani hevur flokkurin havt stóra framgongd ? seinast lá hann uppi á 29,3%, men í nýggjastu kanningin fær hann minni undirtøku, enn hann fekk á valinum, 25,6%.
Javnaðarflokkurin fekk á valinum 20,9% ? hann fær í nýggju kanningi eina framgongd til 21,7%.
Sjálvstýrisflokkurin hevur í fleir kanningunum síðani valið fingið so lítla undirtøku, at hann ikki fær umboð á tingi. Seinasta kanningin staðfestir hetta, tí flokkurin fær bara 3,6% ? tinggáttin er 3,7%.
Tjóðveldisflokkurin fær neyvt tað sama, sum flokkurin fekk á valinumí apríl, 23,7%, og Miðflokkurin hevur eina lítla framgongd frá 4,0% á valinum til 4,2% í nýggjastu kanningini.
Veljarakanningin hjá Fregnum gevur samgongu og andstøðu 16 tingmenn í part, og hevur samgongan sostatt framvegis ikki vunnið seg upp aftur á tey 17 tingumboðini, sum teir fýra flokkarnir fingu á valinum 30. apríl.