Løgmanssteypið
EB/Streymur hevði leygardagin vitjan av TB í einum dysti, sum lættliga kundi gerast avgerandi fyri, hvør teirra skuldi fáa loyvi at fylgja GÍ í fjórðingsfinaluna. Undan dystinum var støðan nevnliga hin sama hjá báðum liðunum, eftir at tey høvdu vunnið ein, tapt ein og spælt ein dyst javnan.
Á eini leið
Tað var EB/Streymur, sum byrjaði dystin betri, og heilt tíðliga í dystinum komu teir á odda, tá Hans Pauli Samuelsen var seinasti maður á einum álopi.
Hetta var eisini fult í tráð við spælbýtið fram til tá, men spakuliga byrjaði TB nú at koma fyri seg. Roynt varð at trýsta spælið niðan móti málinum hjá heimaliðnum, og um miðjan hálvleikin gav hetta úrslit, tá Alexander Rodasavljevic javnaði, og tá Zoran Mancic síðani kundi økja um leiðsluna, hildu gestirnir væl standa til. Kanska hildu teir eisini standin vera í so góðan, tí beint undan steðginum eydnaðist Ronnie Samuelsen at javna.
Í seinna hálvleiki royndu liðni bæði hvør í sínum lagi at avgera dystin, men hetta eydnaðist hvørgun av pørtunum, og alt í alt mundi javnleikurin vera eitt rættvíst úrslit.
Dysturin í tølum
EB/Streymur-TB 2-2 (2-2)
1-0: Ronnie Samuelsen
1-1: Alexander Radosavljevic
1-2: Zoran MAncic
2-2: Ronnie Samuelsen










