Alt bendir á, at tað stendur næstan á jøvnum millum arbeiðaraflokkin og andstøðuna eftir tjóðartingsvalið í Avstralia í gjár, og tí verða tað helst teir smáu flokkarnir, sum gera av, hvør skal skipa stjórn.
Tá knappliga 80 prosent av atkvøðunum vóru taldar, var líkt til, at arbeiðaraflokkurin fær 50.7 prosent av atkvøðunum og andstøðan 49,3 prosent. Tá eru allir aðrir flookkar hildnir uttanfyri.
Fyri at fáa meiriluta skal ein flokkur ella samgonga hava minst 76 tinglimir, men sambært sjónvarpinum ABC fáa arbeiðaraflokkurin og andstøðan 73 tinglimir í part. Tað hevur gjørt, at báðir partar dyrgja eftir at fáa stuðul frá minst trimum av teimum fimm óheftu tinglimunum, sigur ABC.
Tað er kortini ikki óhugsandi, at arbeiðarastjórnin og Julia Gillard, forsætisráðharri, fara at royna at halda fram sum minnilutastjórn.