Aftur í ár varpar Norðurlandahúsið ljós á eitt av grannalondum okkara gjøgnum tiltakið Land í Eygsjón, og hesa ferð verður sjóneykan vend móti Íslandi.
Fyri at fagnað tí, at Ísland er millum undangongulondini, hvat kvinnustríðnum viðvíkur, hevur Norðurlandahúsið eisini syrgt fyri, at javnstøða er millum luttakararnar. Ísland var fyrsta land í heiminum, sum gav kvinnum og monnum somu arvarættindi, 100 ár eru liðin, síðani kvinnur fingu valrætt í Íslandi, Ísland hevði heimsins fyrsta kvinnuliga forseta í Vígdis Finnbogadóttir, og nú verða 11 av 21 luttakarum á Land í Eygsjón kvinnur.
Kendi sangarin Bubbi Morthens hevur konsert, har hann framførir 10 sangir, sum allar snúgva seg um kvinnur og javnrættindi. Við sær hevur hann fýra kvinnuligar tónleikarar.
Bólkurin Ylja er mannaður av trimum kvinnum og tveimum monnum. Tveir menn sleppa tó eisini upp í part einsamallur, skemtarin Ari Eldjárn og hornsolisturin Stefan Jón Bernharðsson. Tó so, tvær kvinnur skulu eisini einsamallar seta sín dám á tiltakið, nevniliga listakvinnan Hekla Dögg Jónsdóttir og rithøvundurin Kristín Marja Baldursdóttir.
Land í Eygsjón: Áfram Ísland verður í Norðurlandahúsinum 12. til 21. februar.