Javnstøða í listini

Mikukvøldið hevur Lisbeth Bonde ein fyrilestur á Listasavni Føroya um íkasti hjá kvinnuligum listafólkum.

 

Tey seinnu árini er tað vorðið alt meira alment viðurkent, at kvinnulig listafólk hava latið, og í størri mun lata, týðandi íkast til listasøguna á sama stigi sum menninir. Tær báðar framsýningaraktuellu listakvinnurnar, Júlíana Sveinsdóttir & Ruth Smith, eru framúr góð dømi um hetta.

 

Kortini eru kvinnuligu samtíðarlistafólkini framvegis ikki eins sjónlig og teirra mannligu starvsfelagar í flestu framsýningarhølum og -skráum, hóast fleiri kvinnur enn menn í dag leita sær inn á akademiini. Haraftrat verða fleiri verk eftir kvinnur enn menn tikin við á sensureraðar framsýningar, har listafólkini senda inn ónevnd. Tíbetur eru st.øðugt fleiri listakvinnur á veg fram.

 

Fyrilesturin er um nakrar áhugaverdar listakvinnur úr Føroyum og Danmark. Fleiri av teimum arbeiða við nýggjum miðlum ella ganga nýggjar leiðir við kendum miðlum, og fleiri av teimum hava sett sjøtil á eina altjóða yrkisleið.

 

Listakvinnurnar úr Føroyum eru Rannvá Kunoy og Hansina Iversen

Listakvinnurnar úr Danmark eru Kirstine Roepstorff, Kathrine Ærtebjerg, Ann Lislegaard, Tove Storch, Randi & Katrine og Lilibeth Cuenca Rasmus