Í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn og Nýggja Sjálvstýri eru minst líka nógvar skikkaðar kvinnur su menn til landsins hægstu størv – um ikki fleiri.
Nú Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri sita í samgongusamráðingum, eru fólk so smátt farin at gita um, hvør kann hugsast at manna eitt komandi landsstýri. Og fyri fyrstu ferð er líkt til, at vit kunnu fáa javnstøðu í landsstýrinum. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum sigur, at orsøkin er ikki tan, at nýggja samgongan neyðturviliga vil hava javnstøðu, men at tað eru minst líka nógvar skikkaðar kvinnur til landssstýrissessirnar, sum menn.
- Bæði í Tjóðveldi og í Javnaðarflokkinum eru fleiri væl skikkaðar kvinnur enn menn til landsttýrisstørvini. Tí er tað als ikki neyðugt hjá Akseli V. Johannesen at nýta “javnstøðu” sum grundgeving fyri at fremja hesa javnstøðu, skrivar Eirikur Lindenskov í Sosialinum frá mánadegnum.
Í Sosialinum, sum kom út í gjár, gevur Eirikur Lindenskov sítt boð upp á, hvørji aðalráð verða stovnaði, um hesir flokkar skipa samgongu og hvørji fólk fara at manna landsstýrissessirnar.