Javnstøðunevndin hevur vrakað samansetingina av bygginevndini, sum skuldi fyrireika nýggjan studentaskúla í Vági.
Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Tórbjørn Jacobsen, hevði annars ætlað, at nevndin skuldi setast tíðliga í januar, so ein nýggjur studentaskúli í Vági kundi fyrireikast sum skjótast.
Men tá samansetingin av nevndini tíðliga í januar varð send Javnstøðunevndini til ummælis, varð hon vrakað.
Landsstýrismaðurin og umsiting hansara metasamansetingina av nevndini vera neyðuga, sum tey hava valt hana. Tí hevur Undirvísingar- og Mentamálastýrið sent Javnstøðunevndini áheitan um at gera frávik í hesum føri. Javnstøðunevndin viðger í løtuni umsóknina.