Fyrr í dag tók føroyinga-liðið, ÍBV ímóti Stjarnuni á Hásteinnsvøllinum á Heimey. Dysturin endaði við javnleiki 2-2. ÍBV var á odda tvær ferðir, og Stjarnan spældi við 10 monnum nærum allan seinna hálvleik.
Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði inni fyri heimaliðið. Kaj Leo var skiftur út, tá 74 minuttir vóru farnir.
Mikkel Maigaard legði ÍBV á odda tá 13 minuttir vóru farnir. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði Hilmar Árni Halldórsson fyri Stjarnuna. Tá 22 minuttir vóru farnir var ÍBV aftur á sigurskós. Gunnar Heiðar Þorvaldsson legði ÍBV á odda.
Tá tríggir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki sá ógvuliga gott út hjá ÍBV, tí tá fekk Eyjólfur Héðinsson hjá Stjarnuni tað seinna gula kortið, og var rikin av vølli. Kortini megnaði ÍBV ikki at hála sigurin heim. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini javnaði Guðjón Baldvinsson fyri Stjarnuna til 2-2, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Talan er um eitt satt vónbrot fyri ÍBV, sum ikki vann seg uppum niðurflytingarstrikuna í dag, men er eitt stig undir niðurflytingarstrikuni.
Komandi dystur hjá ÍBV er mikukvøldið 9. august ímóti Víkingi Reykjavík. Liðið hjá Gunnari Nielsen, FH spælir á heimavølli ímóti KA, leygardagin 5. august. Mikukvøldið 2. August tekur FH ímóti slovenska Maribor í triðja undanumfarinum til Champions League. Maribor er á odda 1-0 frá tí fyrra dystinum.
Støðan í pepsideildini:
1 | Valur | 12 | 8 | 3 | 1 | 19:10 | 27 |
2 | Stjarnan | 13 | 6 | 4 | 3 | 29:17 | 22 |
3 | Grindavík | 12 | 6 | 3 | 3 | 16:20 | 21 |
4 | FH | 12 | 5 | 5 | 2 | 21:15 | 20 |
5 | KR | 12 | 5 | 2 | 5 | 18:17 | 17 |
6 | KA | 12 | 4 | 3 | 5 | 25:21 | 15 |
7 | Breiðablik | 12 | 4 | 3 | 5 | 18:20 | 15 |
8 | Víkingur Reykjavík | 12 | 4 | 3 | 5 | 16:18 | 15 |
9 | Fjölnir | 12 | 4 | 3 | 5 | 14:16 | 15 |
10 | Víkingur Ólafsfjørður | 12 | 4 | 1 | 7 | 13:20 | 13 |
11 | ÍBV | 13 | 3 | 3 | 7 | 17:27 | 12 |
12 | ÍA | 12 | 2 | 3 | 7 | 19:24 | 9 |