Hørður H. Askham fekk fulla debut fyri AB í sesongpremieruni í dag.
AB spældi fyrsta dystin í triðbestu deildini hetta kappingarárið á útivølli móti Nykøbing, og Hørður var við frá dystarbyrjan.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0.
Komandi leygardag hevur AB heimadyst móti Brabrand.