Í morgun verður stórfingin Javna-fagnaður við skrúðgongu gjøgnum Havnina Í samband við JAVNA-fagnaðin fara fólk at ganga skrúðgongu við ballónum frá Hoydalsvegi í Havn oman á Vaglið. Javni heitir á fólk, sum skulu ganga skrúðgongu um at møta í góðari tíð.
Við í skrúðgonguni verða Havnar Hornorkestur, reiðfólk, tveir gamlir brandbilar og so øll vit glaðu menniskju.
Á Vaglinum heldur varaløgmaður, Aksel Johannesen, røðu, tónleikabólkurin ?Ælabogin? spælir saman við Havnar Hornorkestri, harumframt fer Rógvi Dam at framføra forkunnugt skemt.