Javni mælir landsstýrinum til at byggja nýggj og tíðarhóskandi sambýli. Tað kann skapa virksemi í samfelagnum og loysir ein átroðkandi tørv, sigur Javni
Javni vísir á, at einki búpláss er bygt til menningatarnað í høvuðsstaðarøkinum, síðan Eirargarður varð tikin í brúk í 1980og einki í landinum í hesi øldini. Sagt verður, at fleiri av verandi sambýlum eru í vánaligum standi og eru illa egnað til endamálið.
-Stórur tørvur er tí á at fáa nýggj og tíðarhóskandi høli í staðin fyri verandi sambýli. Raksturin til sambýlini er longu á fíggjarlógini, og byggingin hevði bara ført við sær, at búfólkini kundu flutt í betri bústað. Tey sambýli, sum so vórðu tóm, kundu verið seld sum sethús ? tað er tað, tey upprunaliga vórðu bygd til ? og soleiðis givið íkast til fíggingina, skrivar Javni á heimasíðuni.
Felagið vísir á, at hetta hevði skapt fitt av arbeiði í byggivinnuni eina tíð og hevði samstundis givið nøkrum av okkara borgarum eina munandi virðiligari tilveru. Javni mælir tí til, at landsstýrið ? møguliga í samstarvi við kommunur og áhugafeløg ? tekur stig til at byggja nøkur nýggj og tíðarhóskandi sambýli. Tað skapar bæði virksemi í samfelagnum og loysir ein átroðkandi tørv á nýggjum sambýlum, sigur felagið.