Sum vant skipar Javni fyri gudstænastum kring landið uppundir jól.
Mikukvøldið 15. desember kl. 19.30 verður gudstænasta í Oasuni í Hoyvík.
Jóan Petur talar og dansibólkurin Saltið og kvinnukvintettin luttaka.
Klokkan 19:30 hetta kvøldið verður gudstænasta í Kristianskirkjuni í Klaksvík.
Hóskvøldið 16. desember verða tríggjar gudstænastur.
Klokkan 19 í Gøtu Kirkju við Gøtugjógv
Klokkan 19 í Frelsunarherinum í Vági, har barnakór syngur og framførir jólaleik.
Eftir gudstænasturnar verður boðið til ein drekkamunn, sigur Javni, sum heilsar, at øll eru hjartaliga vælkomin.