Roknað hevði verið við, at Javnaðarflokkurin fór at hava afturgongd á kommunuvalinum í Danmark. Men eingin hevið ímyndað sær, at afturgongdin fór at vera so stór hjá stjórnarflokkinum.
Tað sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari, í morgin, nú atkvøðurnar eru taldar, og flestu borgarstjórasessirnir avgreiddir.
Tað var eitt søguligt val. Tað er eitt valúrslit, sum hevur vent nógvum á høvdið í donskum kommunupolitikki, sigur Hans Engell.
Javnaðarflokkurin er enn størsti flokkur, men afturgongdin kring landið er í miðal 3,9 prosentstig.
Tað snýr seg serliga um stóru býirnar, Aalborg, Aarhus, Odense og Keypmannahavn, sum annars eru háborgir hjá flokkinum. Í øllum býunum er Javnaðarflokkurin farin um 10 prosentstig aftur.
– Tað merkir, at tað ikki er politikkurin í lokaløkjunum, sum er orsøkin. So tað er greitt, at hetta má Mette Frederiksen taka í stórum álvara, sigur Hans Engell.
Tað er eingin ivi um, at málið um minkarnar og slettu sms'irnar hevur kostð nógv meira, enn tey flestu høvdu hildið, metir Hans Engell.
/ritzau/