Javnaðarflokkurin fekk átta mans

Nú úrslitið úr Havn er komið, er tingmannabýtið eisini klárt.

Javnaðarflokkurin fekk átta mans, Tjóðveldi sjey mans, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hvør sínar seks, meðan Framsókn, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri fáa tveir hvør.

 

Andstøðan hevur vunnið ein greiðan sigur, við 19 tinglimum, móti teimum 14 hjá samgonguni.

 

Tað sermerkta er kanska, at hóast Nýtt Sjálvstýri hevur eina afturgongd upp á 0,2 prosent, so vinnur flokkurin ein tinglim.

 

Ein góður triðingur av tinglimunum eru nývaldir inn á ting.