Tá ið tingfundurin verður nú klokkan eitt í dag, frætttist eisini, at tingfólk hava fingið koronu. Samstundis boðar Javnaðarflokkurin frá, at tey fáa eina nýggja kvinnu á ting í dag. Tað er Kristianna Winther Poulsen, sum skal møta á tingi fyri Ingilín Didriksen Strøm, sum liggur sjúk.
Javnaðarflokkurin sigur, at allir hinir tinglimirnir hjá Javnaðarflokkinum hava negativa koronukanning at vísa, og tí hevur flokkurin boðað umsitingini í Løgtinginum frá, at flokkurin heldur, at tingfundur kann haldast í dag sum ætlað.
Hetta verður ein avgerðandi løgtingsfundur, tí í dag verður tað, at málini um sammøður verður endaliga avgreitt. Ingilín Didriksen Strøm er ein av teimum, sum hevur lagt uppskoti fyri Løgtingið, men nú fær hon so ikki høvið til at vera við til at avrgreiða tað endaliga. Men tað fer ikki at broyta úrslitið, til avloysarin, Kristianna Winther Poulsen fer eisini at atkvøða fyri uppsktoinum, sigur Javnaðarflokkurin