Tað er stórur munur á, hvussu væl politisku flokkarnir í Føroyum eru fyri fíggjarliga. Tí Javnaðarflokkurin er í serflokki við eini eginogn upp á 7.113.000 krónur. Ringast fyri er Framsókn, sum hevur eina negativa eginogn upp á upp á minus 690.000 krónur.
Javnaðarflokkurin er so væl fyri, at ognirnar hjá flokkinum eru 13,5 ferðir so stórar sum hjá øllum hinum seks flokkunum í løgtinginum tilsamans. Tað vísir ein gjøgumgongd av roknskapunum fyri 2012, sum eru teir seinastu almennu roknskapirnir.
Næsta ár verður løgtingsval, og tað kostar nógvar pengar hjá politisku flokkunum at brynja seg til val. Stóru flokkarnir brúka lættliga eina millión ella meira í einum slíkum valstríði.
Sambært roknskapunum brúktu flokkarnir so nógvar pengar upp á løgtingsvalið í 2011:
Sambandsflokkurin | 1.268.000 | kr |
Javnaðarflokkurin | 1.182.000 | kr |
Fólkaflokkurin | 1.053.000 | kr |
Tjóðveldi | 1.026.000 | kr |
Framsókn | 931.000 | kr |
Miðflokkurin | 503.000 | kr |
Sjálvstýrisflokkurin | 260.000 | kr |
|
|
|
Tilsamans | 6.223.000 | kr |
Størstu inntøkurnar hjá flokkunum stava frá stuðulinum frá løgtinginum, sum flokkarnir sjálvir áseta. Tað verður gjørt eftir stødd, og av tí at Sambandsflokkurin var størstur við seinasta val fær hann mest.
Stuðulin frá ávikavist løgtinginum og fólkatinginum til flokkarnar er býttur soleiðis:
Fólkaflokkurin: 481.000 kr frá løgtiginum og 114.000 frá fólkatingum
Sambandsflokkurin: 518.000 kr frá løgtiginum og 185.000 frá fólkatingum
Javnaðarflokkurin: 401.000 kr frá løgtiginum og 126.000 frá fólkatingum
Sjálvstýrisflokkurin: 182.000 kr frá løgtinginum
Tjóðveldi: 410.000 kr frá løgtiginum og 116.000 frá fólkatingum
Framsókn: 206.000 kr frá løgtinginum
Miðflokkurin: 206.000 kr frá løgtinginum
Tað er løgtingið – ella skattgjaldarin – sum fyrst og fremst fíggjar politisku flokkarnar. Skipanin við "stuðuli til politiska upplýsing" var í sínari tíð gjørd til at hjálpa bløðunum. Allir flokkar áttu hvør sítt blað – uttan Sambandsflokkurin, sum varð stuðlaður av privatu Dimmalætting, sum í nærum 100 ár stuðlaði Sambandsflokkinum, hóast flokkurin ongnatíð átti blaðið. Hinir gomlu flokkarnir, t. v. s. allir uttan Miðflokkurin og Framsókn, hava havt síni politisku bløð. Síðani bløðini vórðu loyst frá flokkunum er "stuðulin til politiska upplýsing" ístaðin brúktur til at fíggja valstríðið hjá politisku flokkunum.
Javnaðarflokkurin átti Sosialin í næstan 80 ár. Men í 2006 varð blaðið selt. Søluprísurin var 10 milliónir krónur. Í 1993 brúkti Javnaðarflokkurin eina millión krónur til at umleggja partafeløgini handan Sosialin, og hesa íløgu fekk Javnaðarflokkurin tíggjufalt aftur í 2006, tá blaðið varð selt. Ein slík søla er skattafrí, og tí fekk flokkurin 10 milliónir krónur skattafrítt burtur úr søluni. Hinir flokkarnir fingu ikki eina krónu burtur úr bløðunum. Tvørturímóti stóðu fleiri av flokkunum eftir við skuld, eftir at bløðini vórðu steðgað.
Javnaðarflokkurin hevur gjørt íløgu í eini hús. Flokkurin eigur ein bygning í miðbýnum í Havn, har sum Hjalmar Jacobsens bókahandil helt til í fleiri mannaminni. Fólkaflokkurin eigur eisini hús. Tað eru gomlu húsini hjá Tórði Dalsgaard í Jónas Broncksgøtu í Havn.
Eginogning hjá flokkunum er hendan:
Javnaðarflokkurin: | 7.113.000 | kr |
Fólkaflokkurin: | 845.000 | kr |
Sambandsflokkurin: | 195.000 | kr |
Sjálvstýrisflokkurin: | 145.000 | kr |
Tjóðveldi: | 121.000 | kr |
Miðflokkurin: | -89.000 | kr |
Framsókn: | -690.000 | kr |
Talan er sum sagt um tøl sambært roknskapunum fyri 2012. Nýggjasti roknskapurin fyri 2013 kann broyta tølini, men neyvan so nógv, at tað broytir lutfallið millum flokkarnar.
Spurningurin er so, hvussu stóran leiklut pengarnir spæla í einum valstríði. Her eru avbjóðingarnar hjá flokkunum í øllum førum ymiskar.
Skuldu vit kortini gjørt upp virði á andstøðu og samgongu, so er andstøðan munandi meira verd enn samgongan. Tí meðan samgongan tilsaman er verd 951.000 krónur so er andstøðan verd 6.689.000 krónur – ella við ørðum orðum, so er andstøðan sjey ferðir so nógv verd sum samgongan, um hugt verður eftir bókaða eginpeninginum hjá politisku flokkunum í Føroyum.