Javnaðarsigur í Grikkalandi

George Papandreou og PASOK javnaðarflokkurin hava í dag vunnið parlamentsvalið, og harvið er lagt upp til stjórnarskifti í Grikkalandi. Valhølini lótu aftur klokkan 17 føroyska tíð, og kanningar, sum vórðu kunngjørdar beinanvegin, eftir at valhølini vóru latin aftur, siga, at PASOK javnaðarflokkurin hevur fingið 42,5 prosent av atkvøðunum og 155 av teimum 300 tinglimunum.

Kanningarnar siga, at Konservativu Nýggju Demokratarnir undir leiðslu av Costas Karamanlis fara at fáa 36,4 prosent av atkvøðunum og 99 tinglimir.

Stjórnarskiftið frá bláum og til reytt kemur í kjalarvørrinum av stórari misnøgd við Karamanlis og teir konservativu, sum ikki verða mettir at hava gjørt nóg mikið fyri at bøta um fíggjarkreppuna, sum hevur kenst meinari í Grikkalandi enn í hinum ES londunum.

PASOK hevur undir valstríðnum sagt, at flokkurin fer at fáa Grikkaland fíggjarliga aftur á føtur, men George Papandreou hevur lagt aftrat, at tað fer at taka tíð at útinna setningin.