Jan Müller
Byrjað verður í Vík týskvøldið kl. 20.30. Síðan er ætlanin, at fundir verða hildnir í hinum bygdunum seinni. Í einari viðmerking sigur formaðurin Thomas Arabo, at ætlanin er at fáa støðuna hjá vanliga borgaranum til tey stórmálini, ið eru á dagsskrá.
Størsta málið er sjálvandi framtíðarsamstarvið við Danmark, og tað er eingin loyna, at fleiri av limum felagsins seta stórt spurnartekin við fleiri yvirtøkur, nú tað vísir seg, at landsstýrið als ikki megnar at umsita fleiri av teimum málsøkjum, ið nú hava verið yvirtikin í nógv ár vísir Thomas Arabo á og leggur aftrat:
? Hettar so serliga, tá talan er um tvey so eym mál fyri javnaðarfólk sum almanna- og heilsumál. Vit vóna at fáa ein góðan fund nú týskvøldið og seinni í hinum bygdunum sigur Thomas Arabo at enda.










