Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin av býráðsvalinum á Tvøroyri. Hann fær 511 av 1.164 atkvøðum og svarar hetta til heili 43,90 prosent av atkvøðunum.
Hetta gevur Javnaðarflokkinum á Tvøroyri tríggjar av teimum sjey býráðslimunum. Teir eru Sverri Midjord, Pauli Einarson og Heri Mortensen.
Næstbesta úrslitið á Tvøroyri fær Fólkaflokkurin. Hann fær 317 atkvøður, sum er tað sama sum 27,23%, og gevur hetta tvey umboð. Tey eru Bergur Bærentsen og Dan Nielsen.
Síðani kemur uttanflokkalistin við 173 atkvøðum, sum er tað sama sum 14,86%, og gevur hetta eitt umboð. Tað er Kristin Magnussen.
Sambandsflokkurin fær eisini eitt umboð. Hann er Finnleif Guttesen. Sambandsflokkurin fekk 163 atkvøður, sum er tað sama sum 14%.