Nú er gjørt av, hvør skal stilla upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið í Vági. Níggju fólk eru á listanum, har onkur er royndur og fleiri eru nýggj.
Í løtuni eru trý javnaðarfólk í býráðnum í Vági, Kirstin Strøm Bech, Eydis Kjærbo og Levi Mørk. Men av teimum trimum er tað bara Levi Mørk, sum stillar upp aftur. Sostatt takka Kirstin Strøm Bech og Eydis Kjærbo fyri seg eftir 12 ár í býráðnum, har Kirstin Strøm Bech eisini hevur verið borgarstjóri.
Tey níggju valevnini hjá Javnaðarflokkinum í Vági, eru:
Johan Augustinussen
Jens Petur Brattalíð
Eyðfinn Debes
Magnus Mørk Hjelm
Bjarni Johansen
Birna Müller
Levi Ryggshamar Mørk
Ingi Poulsen
Jórun Poulsen