Beistagerðirnar hjá Jóannesi Eidesgaard og klikuni í Javnaðarflokkinum halda fram móti Gerhardi Lognberg. Tað er greiða niðurstøðan hjá sandoyartingmanninum, aftaná at Jóannes Eidesgaard, formaður, viðgongur í brævi, sent Vágaportalinum, at tað, sum flokkurin sendi út til Gerhard Lognberg í gjár, varð gjørt í frustrasjón, og tað er ikki tað, sum Javnaðarflokkurin vanliga heldur er borðbært.
Men svarið hjá Lognberg er stutt og greitt.
- Heldur enn at biðja um umbering, so smyrt tú tínar trupulleikar upp á meg. Eg fái um neyðugt vent aftur at verja meg móti Goliat, skrivar Gerhard Lognberg í stuttari viðmerking.