Javnaðarflokkurin sigur nei til lønarsteðg við lóg

Eyðgunn Samuelsen
------

Tað er ein løgin samanbering, formaður Fólkafloksins kemur við, tá ið hann sigur, at fimm ára lønarsteðgurin hjá Fólkaflokkinum bert er eitt framhald av uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um tvey ára lønarsteðg. Tað er also ein markantur munur á at steðga lønum við lóg, sum Jørgin og Fólkaflokkurin vilja, og so onga lønarframskriving at gera, sum vit mæla til.
Borgarligi vongurin í samgonguni, t.e. serliga Fólkaflokkurin heldur, at vit skulu seta fría rættin til samráðingar um lønir úr gildi komandi fimm árini. Ikki nóg mikið víð tí, so mæla teir eisini til setunarstegð í sama tíðarskeiði. Hvat skulu ungir vælútbúnir føroyingar hugsa, tá teir liggja á ferð at koma heimaftur. Heim til eitt land, har lønirnar eru fastfrystar í fimm ár, og har eingin verður settur í starv hjá tí almenna í sama tíðarskeiði.
Tað, sum vit hava sagt er, at vit ynskja ikki at frramskriva við nakrari lønarhækking komandi tvey árini. Hetta merkir, at samlaði lønarposin verður tann sami, men vit leggja okkum als ikki út í, um lønirnar hækka ella ikki. Hækka tær, so verður posin við pengum ikki størri av tí orsøk, og tað merkir so aftur, at tilsvarandi sparingar skulu fremjast. Men vit leggja okkum ikki út við lóg at forða pørtunum í at føra samráðingar.
Annað er so, at vit ikki vænta, at feløgini fara ikki at leggja seg so nógv eftir lønarhækkingum til heystar, men ivaleyst fara at leggja stóran dent á onnur viðurskifti í sáttmálunum. Men tað fáa vit so at síggja til ta tíð.
Men aftur til Jørgin á Vágaportalinum. Nei, als ikki hava Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin somu sjónarmið viðvíkjandi lønarstegði. Tit vilja lóggeva lønarsteðg, vit vilja steðga lønarframskrivingum av lønum.